Hví skulu vit endurnýta træ?
Ímynda tær, at tú kemur til ein meistarasmið, sum ikki heldur, at tað er eitt gott hugskot at arbeiða við endurnýtslu í byggivinnuni. Ella at tú hittir ein meistarasmið, sum ikki kennir krøvini og nýggjastu lóggávuna – ella er líkasælur, um tú og tínir starvsfelagar verða útsettir fyri vandamiklum evnum í tykkara arbeiði.
Í hesi uppgávu skulu tit kjakast um fyrimunir og vansar við at endurnýta træ og brúka alla ta vitan, tit hava fingið higartil um endurnýtslu av træ í byggivinnuni.
At tosa og kjakast við tínar floksfelagar fer at venja teg í at brúka fakorð og fáa teg at hugsa um, hvørjar grundgevingar eru báðumegin kjakið. Tú skalt eisini avbjóða tínum egnu meiningum um endurnýtslu og burðardygga bygging á leiðini.
